Eitt felag er stovnað við tí endamáli at byggja eitt nýtt hotel í Klaksvík.
Íleggjarin er Christian í Grótinum, sum setur kr 50 milliónir í partapeningi í felagið. Tað verður eftir ætlan Gist&Vist, sum skal reka hotellið. Samlaði byggikostnaðurin er mettur til umleið kr 150 milliónir. Tá er klárt at taka hotellið í nýtslu.
Ferðavinnan hevur stóran týdning fyri Føroyar og eru Norðoyggjar væl vitjaðar við nógvum góðum og spennandi tilboðum til tey vitjandi. Miðbýurin í Klaksvík hevur ment seg nógv seinnu árini og nú er eitt nýtt og stórt mentanarhús latið upp. Sum ein natúrligur liður í hesi gongd metir íleggjarin, at løtan er tann rætta at byggja eitt gott hotel í Klaksvík at tæna teimum vitjandi í norðari parti av Føroyum.
Klaksvík hevur eitt virkið vinnulív, umframt nógva ítróttin, sum øll fáa gagn av nýggja hotellinum.
Tað eru Ósbjørn Jacobsen Arkitektar, sum hava teknað hotellið, sum verður staðsett beint norðanfyri Biskupstorg út móti Vágni, við góðum útsýni í allar ættir. Høvuðsinngongdin verður suður móti Biskupstorgi. Nakað eystanfyri hotellið er nýggja kappróðrarneystið um at vera liðugt og miðskeiðis millum neystið og hotellið verður fyribils parkering við inngongd til ráðstevnuhøll og vælveruøkið á hotellinum.
Hotellið hevur 81 rúmlig kømur við 4 stjørnum, eina matstovu og fundarsal til 300 fólk.
Gongst sum ætlað, verður farið í holt við at byggja nýggja hotellið á vári í 2023 og er ætlanin at fyrstu gestirnir skulu flyta inn í 2026.
Við givnu staðsetingini av nýggja hotellinum fær Klaksvík ein týðandi og eyðsýndan bygning:
• við eini serstakari staðseting, partvís í sjónum,
• ið kemur at liggja mitt í hjartanum í býnum,
• ið kann gerast ein altjóða ráðstevnu miðdepil
Arbeiðsheitið fyri verkætlanina er BISK hotel.